Vit bjóða tær eitt óheft prát við ein heilsufrøðing, sum er fosturtøkuráðgevi. Eisini ber til at fáa ráðgeving frá sálarfrøðingi, løgfrøðingi, sosialráðgeva ella øðrum viðkomandi fakkunnleika. Tilber eisini at fáa ráðgeving og stuðulssamrøðu aftaná fosturtøku.
Tænastan er ókeypis.
Ring á tlf. 562356! Telefonráðgevingin er navnloynd og vit svara gerandisdagar millum kl. 12-13.
Tú kanst eisini bíleggja eitt prát við okkum á radgevi@radgevi.fo
Legg til merkis, at tá tú sendir ein teldupost, so sær fosturtøkuráðgevingin, hvør avsendarin er.
Vit veita ikki skrivliga ráðgeving.